Fótbóltur

Setrið gjørt manual um heilsufótbólt til diabetes2

Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við International Diabetes Federation Europe (IDF), Syddansk Universiteti og Diabetesfelagnum gjørt ein manual um heilsufótbólt til fólk við diabetes2.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2026-04-10 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samstarvið um hesa vegleiðandi handbókina kom í lag eftir, at May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevði hildið fyrilestur á altjóða ráðstevnu hjá IDF í Bangkok í fjør um síni granskingarúrslit um heilsufótbólt og diabetes2, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

May-Britt og Magni Mohr, professari á Setrinum, hava havt høvuðsábyrgdina av innihaldinum í samstarvi við Peter Krustrup og Tinu-Theu Nielsen á SDU.

Fyrr í ár var May-Britt saman við Camillu Prisak Pedersen frá SDU í Ljubjana í Slovenia, har tær vístu luttakarum hjá IDF, hvussu manualurin skal brúkast í verki.

- Vit vóna, at europeisku diabetesfeløgini eisini vilja taka heilsufótbóltin til sín, og vit í granskingartoymunum eru fús at skipa fyri instruktørskeiðum í tí sambandi, sigur May-Britt Skoradal.

Les meira her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder