Badmintonsamband Føroya: Í finaluni í einmansleiki leygardagin skal Rúni Øster verja heitið sum føroyameistari ímóti Christian Berg Petersen. Talan er sostatt um eina endurtøku av finaluni frá í fjør, tá teir báðir eisini tá vunnu sær pláss i finaluni.
Finalistarnir eru báðir úr Havnar Badmintonfelag, men dagliga venur og leikar Rúni við KBK á Eysturbrúgv, tá hann lesur í danska høvuðsstaðnum. Í vetur hevur Rúni leikt fast við næstbesta liðnum hjá KBK til liðdystir, men hann hevur eisini spælt liðdyst við besta liðnum.
Besta liðið hjá KBK er júst rykt upp í liga, sum er besta deildin í Danmark. Umframt Rúna spæla føroyingarnir Miriam i Grótinum, Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus eisini við KBK.
Christian Berg Petersen hevur í vetur vunnið eina GrandPrix kapping, har Markus Bjarnason annars gjørdist samlaður GrandPrix meistari hjá monnum. Í hálvfinaluni mánadagin spældi Christian tó ein branndyst ímóti Markus og sigraði við settunum 21-10, 21-10.
Finalan hjá monnum í einmansleiki í KONTRAST FM verður í Høllini á Hálsi leygardagin áleið klokkan 15:30. Finalurnar seinnapartin verða sýndar í sjónvarpinum hjá KVF, men øll eru vælkomin í høllina at heppa og hyggja eftir finalunum í judo, borðtennis og badminton.
Les eisini: Mia móti Miriam í FM-finaluni í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald