- Eg eri ógvuliga fegin um, at tað eydnaðist okkum at fáa Jákup og Paula til felagið. Talan er um tveir spælarar, sum eg havi fylgt tætt hetta kappingarárið - og yvir longri tíð. Teir avrikaðu serliga væl fyri Føroyar í seinasta endaspæli (U19 HM í fjør, red.), og Pauli hevur longu roynt at verið á A-landsliðnum. Báðir spælarar hava, hóast teirra unga aldur, ógvuliga nógva góðsku og stórar menningarmøguleikar.
Soleiðis sigur ítróttarstjórin í TMS Ringsted, Morten Olsen, í dag, í sambandi við at felagið hevur kunngjørt Jákup Egholm og Paula Rasmussen.
Vit skrivaðu í gjár um, at hesir báðir skuldi skifta til danskan hondbólt - nú er tað staðfest
Sí eisini: Føroysk stjørnuskot á veg til bestu donsku deildini
Morten Olsen er heimsmeistari og OL-vinnari fyri Danmark, og fyrrverandi spælskiparin er spentur, nú hoyvíkingurin og strandingurin skjótt leggjast afturat.
Talan er eisini um spennandi skifti hjá evnaríku ungu monnunum. 18-ára gamli Jákup Egholm hevur seinastu kappingarárið verið ein av bestu vongspælarunum í føroysku deildini, vunnið FM og steypakappingar við H71 og eisini gjørt vart við seg á fleiri ungdómslandsliðnum.
![]()
Jákup Egholm stórleypandi fyri H71 - vinstri vongurin hevur javnt og samt gjørt vart við seg (Mynd: Sverri Egholm)
Pauli Rasmussen er í sama árgangi sum Jákup. Høgri bakkurin/høgri vongurin av Strondum hevur havt 19-ára føðingardag og veruliga gjørt vart við seg seinastu tvey árini - eisini í endaspølum fyri Føroyar. Í sambandi við, at Pauli varð úttikin á á A-landsliðið til Golden League í oktober, "skýrdi Peter Bredsdorff-Larsen hann sum besta spælaran í føroysku kappingini í løtuni".
Teir verða sæddir sum "íløgur í framtíðin" í felagnum, sum hoyrir heima mitt á Sælandi, og sum er í bestu donsku deildini. TMS Ringstef skrivar, at felagið "vil tryggja røttu rammurnar fyri menningini hjá ungu føroyingunum" - bæði íróttaliga og persónliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald