Wien, Eysturríki (Portalurin og FM1): Í løtuni er føroyski hópurin áveg til Podgorica, har seinasta uppgávan í hesari undankappingini er á skránni. Hon er sunnudagin klokkan 17
Video: Lív á longu ferðini: - Vit hava heilt vist lyft okkum
Sí eisini: Drúgvur føroyskur ferðadagur fyri framman
Talan er um tí truplastu uppgávuna á pappírinum í bólkinum, og hóast tað er lítið sannlíkt, at Føroyar vinna við sjey málum og harvið vinna bólkin, so kunnu eitt gott avrik og úrslit merkja nakað: Sinnisliga men eisini møguliga fyri styrkismetingina.
Uppgávan móti Montenegro, og EM-plássið, sum kom i hús í vikuni verða viðgjørd. Eisini fáa Rannvá Olsen, Jana Mittún, Bjarta Johansen og Pernille Brandenborg onkrar uppgávur.
Fyri Bjart Johansen verður talan um seinasta landsdystin sunnudagin. Stinni strikuspælarin gevst eftir drúgva og trúgva tænastu.
Myndir: Seinasti dansurin hjá Bjartu við Tjarnir
Sendingin byrjar klokkan 11 og kann hoyrast beinleiðis á FM1. Eisini kemur sendingin út á Portalin og FM1 seinni.
Pætur Nolsøe og Agnar Prestá skipa fyri.
Lurta á fm1.fo ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald