Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis hevur verið í høllini á Hálsi í dag, og har var í øllum førum eitt heldur óvæntað úrslit, ið syrgdi fyri, at talan ikki verður um endurtøkur av FM-finalunum í fjør.
17 ára gamla Elsa Kathrina Gisladóttir úr borðtennisfelagnum Tór í Havn megnaði nevniliga í hálvfinaluni at vinna 4-2 á Anju Wongwai, sum hevur verið í FM-finaluni síðstu trý árini og var føroyameistari í 2023.
Hetta er fyrstu ferð, at Elsa Kathrina er í FM-finaluni hjá vaksnum. Í finaluni bíðar verandi føroyameistarin, Britt Michelsen, sum í sínari hálvfinalu vann 4-1 ímóti Hadassu S. Christiansen.
Hjá monnunum verður talan tó um endurtøku av FM-finaluni í fjør. Har hittast nevniliga aftur í ár Albert Weihe Wolfsoberg (Hillerød GI) og Ári Fríðason Jensen (Tór). Í fjør vann Albert 4-0 og gjørdist føroyameistari fjórða árið á rað.
Í hálvfinaluni í ár vann Albert Weihe Wolfsberg 4-1 á Rasmusi Teitssyni í Skorini, meðan Ári Fríðason Jensen vann 4-0 á Vagni Kjærbech Nolsøe.
FM-finalurnar verða stroymdar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í morgin, leygardagin. Kvinnufinalan verður klokkan 13:15 og mansfinalan klokkan 14:55.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald