Fótbóltur

FM1 sigur frá teimum báðum fyrstu dystunum í fimta umfari

Klokkan 17.30 spæla Skála og B36 Gundadali og klokkan 18.30 tekur KÍ ímóti B68. Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum á Portalinum.

B36 er ósigrað higartil í ár og skal royna at leggja seg á odda í deildini í kvøld, tá botnliðið vitjar (Mynd: Sverri Egholm)

B36 er ósigrað higartil í ár og skal royna at leggja seg á odda í deildini í kvøld, tá botnliðið vitjar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-11 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimta umfar í Meistaradeildini hjá monnum fer av bakkastokki í kvøld. Tveir framskundaðir dystir eru á skránni.

Talan er um fýra lið, har trý teirra sum skulu spæla áttandapartsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið mikukvøldið:

17.30: B36 - Skála *
18.30: KÍ - B68

* Fluttur frá klokkan 17.00

[object Object]

B36 kann leggja seg á odda í deildini, meðan Skála leitar eftir sínum fyrsta stigi.

KÍ hevur í roynd og everu eisini møguleikan at koma upp á 1. pláss í kvøld. Greipuvinnararnir eru risafavorittur á heimavølli móti B68.

FM1 sigur frá báðum dystunum.

Til ber eisini at fylgja gongdini í teimum ovast á Portalinum, har "livescore" er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder