Vinnarar í tvímansleiki hjá ávikavist monnum og kvinnum eru nú funnir.
Hjá kvinnunum gjørdist tað ein sera spennandi finala í trimum settum, har Birna K. Jacobsen og Miriam i Grótinum endaðu ovast á skamlinum eftir at hava vunnið á Sannu og Miu Thorkildshøj.
Bronsuheiðursmerkini vunnu Ranja Joensen & Oddbjørg í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen & Bjarnhild í Buð Justinussen, allar úr KBF.
Hjá monnunum gjørdist tað eisini ein trýsettari i finaluni, har Rúni Øster, HBF, og Magnus Dal-Christiansen, HBF, vunnu á Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF. Settini endaðu 21-15, 15-21 og 21-9.
Bronsuheiðursmerkini vunnu Jafet Rasmussen & Leiki Dal-Christiansen og Beinir Rúnason Weihe & Tóki Yngvason Guttesen. Teir eru allir úr HBF.
Kári Dal Christiansen, stjóri í Kontrast, handaði teimum heiðursmerkir og steyp.
![]()
Vinnarar í tvímansleiki - menn (Mynd: Badmintonsamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald