Í badmintonfinaluni í blandaðum tvímansleiki á Kontrast FM í Høllini á Hálsi leygardagin stóð tað millum Miriam í Grótinum og Rúna Øster og Asbjørn Heide Olsen og Miu Thorkildshøj.
Og Miriam og Rúni vunnu finaluna 21-16, 21-16.
Miriam og Rúni vunnu eisini hvør sína finalu í einmansleiki og hvør sína finalu í tvímansleiki hjá ávikavist kvinnum og monnum.
Bronsuna í blandaðum tvímansleiki vunnu Jafet Rasmussen og Birna K. Jacobsen, og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj, sum øll vóru úr HBF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald