Hondbóltur

Video: V fyri Vár - á vinstru síðu og L fyri Lív - ljósari hár

- Øll kenna mun á ymiskan hátt, heldur Vár Bentsdóttir Zachariasen fyri. Hon og eldri tvíburðin hava tó eina lítla vegleiðing til, hvussu tær hvør sær eru lættast at eyðmerkja.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-12 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- So skuldu vit hava sett tykkum øðrvísi.

Hetta kundu vit staðfesta nakað inn í longri samrøðuna við Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen.

Hetta tí, at Lív, tann edra, sat til vinstru fyri upptøkutalið og Vár til høgru. Men tað burdi verið umvent.

- Man kann hugsa V fyri Vár, tí hon dekkar vanliga til vinstru í miðverjuni og eg til høgru. Og so hevur Vár ein skinnara á VINSTRA knæðið, staðfestir Lív

Men hvat so um tit ganga á gøtuni í líknandi klæðum

- Tá er tað Lív, L, sum hevur ljóst hár. 

Tvíburðarnir á kvinnulandsliðnum royndu at geva okkum og fólki eina lítla leiðbeining í, hvussu man best kennir mun. Tí 24-ára gomlu hovyíkskvinnurnar, sum spæla í sama felagi (Ajax København) og inn í millum dekka upp saman í miðverjini hjá Føroyum, líkjast - nógv.

Hóast eru ymiskir munir, staðfestir meira reyðhærda Vár, sum situr til høgru hesaferð.

- Tað munnu vera fleiri munir, tí øll kenna mun á ymiskan hátt.

Vit tosaðu við Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen í sambandi við føðingardag teirra í gjár, og í sambandi við at tær báðar hava funnið støðufesti á føroyska landsliðnum aftur - hetta eftir drúgvar knæskaðar.

Sí alla samrøðuna her: Video: Hvør er hvør við Lív og Vár á føðingardegi teirra

Til ber at fylgja Vár, Lív og Føroyum klokkan 17 í dag, tá seinasti undankappingardysturin er á skránni í Montenegro

FM1 sigur frá landsdystinum frá beint fyri klokkan 17. 

Portalurin hevur beineiðis blogg, har til ber at fylgja gongdini í teksti og myndum. Meira tilfar verður eisini á báðum síðum seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder