Hondbóltur

Pauli Høj og Bergsøy eru fluttir upp í bestu norsku deildina

Føroyski vongurin hevur havt eitt frálíkt kappingarár, og í dag avgreiddi Bergsøy uppgávuna við manér. Hetta er fyrstu ferð, at liðið úr Fosnavåg flytur upp í fremstu røð.

Bergsøy vann heili 44-26 á Kragerø IF fyri fullari høll í Fosnavåg. Føroyski vongurin skoraði trý mál og gjørdi annars sítt í sigrinum, sum tryggjaði søguliga uppflyting (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bergsøy vann heili 44-26 á Kragerø IF fyri fullari høll í Fosnavåg. Føroyski vongurin skoraði trý mál og gjørdi annars sítt í sigrinum, sum tryggjaði søguliga uppflyting (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-12 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pauli Høj skifti síðsta summar úr barndómsfelagnum Neistan til norska felagið Bergsøy.

Tað má sigast, at hava verið eitt væleydnað skifti, tí 23-ára gamli vinstri vongurin hevur ikki bert verið týðandi spælari í næstbestu norsku deildini og fingið sínar fyrstu A-landsliðsminuttir: Pauli Høj hevur verið við at spæla Bergsøoy upp í bestu norsku deildina.

[object Object]
Pauli Høj saman við Paula Rasmussen og Høgna Heinason, tá hesir spældu á A-landsliðnum á fyrsta sinni í Golden League 2025 (Mynd: HSF)

Liðið hevur ikki tapt í 2026, og tá alt kundi avgerðast við egnari mátt og megi seinnapartin, tóku Pauli og teir av álvara av: 

Bergsøy vann heili 44-26 á Kragerø IF fyri fullari høll í Fosnavåg - í Møre og Romsdal landslutinum. Føroyski vongurin skoraði trý mál og gjørdi annars sítt í sigrinum.

Tað er fyrstu ferð, at liðið úr lutfalsliga lítla staðnum í Noreg skal spæla í bestu deildini.

Portalurin ynskir Paula Høj og liðnum tillukku við søguliga avrikinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder