Podgorica, Montenegro (Portalurin): Føroyar og Montenegro hittust í dag fyri triðju ferð innan hálvt ár. Munurin var, tá samanum kom, tann sami sum í HM-endaspælsdystinum í november: Fimm mál.
Munurin var seks mál í 1. umfari í undankappingini, tá liðini hittust við Tjarnir. Tað var á veg at gerast heldur ljótt á máltalvuni í kvøld: Montenegro skoraði heili 22 ferðir í fyrra hálvleiki, har Føroyar høvdu trupult við at verja móti nøkrum.
Nógv av málunum - serliga frá Mugosa á vonginum - og spælið hjá Pletikosic og hinum var á ógvuliga høgum stigi. Montenegro vísti, hví liðið er hægst styrkismett og hevur verið millum topp-átta í Evropa í nógv ár.
Føroyar fingu eisini fín mál; serliga skoraði Lív Poulsen væl av vonginum, og Jana Mittún hevði nógvar góðar atgerðir. Men talið av mistøkum og brendum skotum var ov høgt at fylgja við, tá máltíttleikin hjá heimaæiðnum var so høgur.
Átta mál á muni í steðginum men beinanvegin í 2. hálvleiki sást, at Montenegro ikki spældi við sama broddi. Føroyska liðið tók hann eisini betri av: Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen dekkaðu væl upp mitt fyri, og í málinum fekk Annika Fríðheim Petersen fatur á fleiri og fleiri bóltum.
Tað sveiggjaði í álopinum, har nógvar ymiskar samansettingar vóru. Men millum annað Marita Mortensen, Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy tóku ábyrgd í løtum - Jana Mittún spældi ógvuliga lítið eftir steðgin.
Seinni hálvleikur var rótutur á ymiskan hátt, men Føroyar vísti stríðsvilja og vunnu hann við trimum málum. Bjarta Johansen fekk eitt virðiligt punktum - millum annað við góðum máli móti endanum.
![]()
![]()
Seinastu løturnar hjá Bjartu Johansen sum landsliðsspælara (Myndir: Sverri Egholm)
At bæði Montenegro og Føroyar vóru víðari undan dystinum sást í løtum. Serliga so líðandi. Saman við Íslandi, ið greitt vann dystin um triðja plássið í bólkinum móti Portugal.
Lutakast verður hósdagin um bólakbýti í EM-endaspælinum, sum verður í desember. Føroyar verða eftir øllum at døma styrkismettar í 3 av teimum 4 styrkisbólkinum. Harvið kunnu Føroyar enda í Kekkia, Póllandi ella Rumenia.
Undankapping til EM 2026
6. og seinasta umfar, sunnudagin 12. apríl
Montenegro - Føroyar 31-26 (22-14)
Toppkjútti : Lív Sveinbjørsdóttir Poulsen 6 mál
Meira úr Montenegro seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald