Heidi Sevdal verður í kvøld tann fyrsta, sum kemur upp á eitt trýsiffrað tal av landsdystum.
37-ára gamli áleyparin hevur spælt 99 dystir undan HM-undankappingardystinum móti Grikkalandi á Tórsvølli. Eingin hevur 100 A-landsdystir fyri Føroyar.
Nú uppstillingin er komin, er greitt, at Heidi Sevdal fer at spæla søguligan dyst:
Føroyska liðið í kvøld (Mynd:FSF)
Sí eisini: - Serstakt við dysti nummar 100 hjá Heidi Sevdal
FM1 sigur frá dystinum - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. HM-undankappingardysturin byrjar klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald