Hon hevur havt eitt gott kappingarár í VB og vandi við A-landsliðnum í mars. Nú er greitt, at Agatha Kjærbek Djurhuus tekur næsta fetið á hondbóltsleiðini.
- KA/Þór hevur fingið góðan styrk til næsta kappingarár. Talan er um føroyska Agatha Kjærbek Djurhuus, sum hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið.
Hetta skrivaði KA/Þór á heimasíðu sínari í gjárkvøldið.
Í felagnum av Akureyri, sum er samstarv millum Þór og KA og sum endaði á 6. plássið í grundspælinum, fegnast man um at fáa avtalu við spenanndi føroyska strikuspælaran.
Nógvir føroyingar hava spælt við KA: Millum annað Áki Egilsnes, Nicholas Satchwell og Allan Norðberg.
Sum ka.is skrivar, hevur Agatha Djurhuus bert umboðað VB í felagshøpi. Tað er ikki greitt, hvussu støðan verður hjá VB næsta kappingar, men enn ein føroyskur spælari fer útum landoddarnar.
Agatha í EM-endaspælinum fyri U19-kvinnur síðsta sumamr (Mynd: Kolektiff)
Við skoti til venjing við Tjarnir í mars, har Agatha var partur av A-landsliðshópinum nakrar dagar (Mynd: Sverri Egholm)
Agatha er 19-ára gomul í løtuni og partur av 06-árganginum. Har hevur strikuspælarin og miðverjin gjørt vart við seg - millum annað í EM-endaspælið í fjør.
Vágbingurin vandi við A-landsliðnum í sambandi við heimadystin móti Portugal í mars. Tá var Pernille Branedenborg heldur ivasom vegna trupulleikar í økslini.
Nú er Bjarta Johansen givin á A-landsliðnum, og harvið verður ein nýggur strikuspælari eftir øllum at døma við næstu ferðir.
Video: - Deildigt at enda tá landsiðið ikki hevur verið í betri støðu áður
Tað er nú staðfest, at Agatha Kjærbek Djurhuus eftir summarferiuna fer at royna hondbóltseydnuna í hægri stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald