Hondbóltur

Avgerandi hálvfinalan í Hoyvík byrjar klokkan 19

Á FM1 siga Tormóður Djurhuus og Teitur Joensen frá brakinum millum H71 og VÍF, sum spæla um FM-finalupláss. Til ber at fylgja við beinleiðis á Portalinum.

Vestmenningar vitja aftur Hoyvíkshøllina - hesaferð er av álvara alt uppá spæl (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vestmenningar vitja aftur Hoyvíkshøllina - hesaferð er av álvara alt uppá spæl (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-15 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvvat lið skal royna at taka FM-krúnuna frá Kyndli: Steypavinnararnir úr Hoyvík ella avbjóðarnir úr VÍF?

Myndir: Verandi føroyameistarar aftur í FM-finalunum

VÍF vann fyrstu hálvfinaluna eftir longda leiktíð, H71 vann greitt í finalu nummar tvey leygardagin, og nú er lagt í ovnin til veruligt brak.

[object Object]
Nógv verður lagt fyri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan millum H71 og VÍF byrjar klokkan 19. Stendur tað á jøvnunum eftir 60 minuttir - skal longd leiktíð til. Mál í hinum dystunum hava einki at siga.

H71 stendur sum favorittur - heimalið, meira vinnandi seinnu árini og við á pappirinum sterkari hópi. VÍF hevur tó vist seg at hava takið á hoyvíkingum í fleiri dystum i ár.

Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen siga frá avgerandi dystinum. Lurtið á FM1 - til ber eisini at fylgja gongdini i dystinum ovast á Portalinum (Livescore)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder