Fótbóltur

Fýra greiðir sigrar - FC Hoyvík vann eftir longda leiktíð á TB

Fimm feløg hava í kvøld spælt seg í fjórðingsfinalurnar í steypakappingini - tríggir teir seinastu dystirnir í 1. umfari verða spældir hósvkøldið klokkan 18.30.

Størst spenningur varð í Hoyvík. Har var TB leingi á odda, men málið hjá Daniel Adei í 78. minutti syrgdi fyri longdari leiktíð millum 1. deildarliðini. Har gjørdi heimaliðið bart (Mynd: FC Hoyvík)

Størst spenningur varð í Hoyvík. Har var TB leingi á odda, men málið hjá Daniel Adei í 78. minutti syrgdi fyri longdari leiktíð millum 1. deildarliðini. Har gjørdi heimaliðið bart (Mynd: FC Hoyvík)

2026-04-15 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið 2026 vórðu spældir í dag:

FC Suðuroy - B36 0-3 (0-1)
Málskjúttar og annað her

FC Hoyvík -
TB 4-1 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga tíð)
Málskjúttar og annað her

KÍ - ÍF 6-0 (3-0)
Málskjúttar og annað her

HB - B71 2-0 (2-0)
Málskjúttar og annað her

B68 - MB 7-0 (1-0)
Málskjúttar og annað her

Tey fimm liðini í grovum eru víðari til áttandapartsfinalurnar

Størst spenningur varð í Hoyvík. Har var TB leingi á odda, men málið hjá Daniel Adei í 78. minutti syrgdi fyri longdari leiktíð millum 1. deildarliðini. Har gjørdi heimaliðið bart: Gøtumaðurin Ingolf Tvørfoss skoraði tvær ferðir, og Julian Knudsen skoraði hitt. 4-1 og søtur sigur hjá FC Hoyvík.

FC Hoyvík skal í næsta umfari, síðst í mánaðinum, spæla móti vinnaranum av Víkingi - AB

Annars var dysturin í Gundadali tættast á máltalvuni, men tað var longu 2-0 til HB eftir eitt korter móti B71. B36 gjørdi eisini sítt í Suðuroynni.

Harvið er nú greitt, at grannarnir í Gundadali hitta í fjórðingsfinaluni.

Stórsigrar vóru í Klaksvík og á Svangaskarði. 2. deildarliðið MB, ið var aftur í steypakappingini, helt annars nullið í 43 minuttir. Men so kom B68 í gongd, og innskifti Baldur Niclasen gjørdi hattrikk.

Júst KÍ og B68 skulu spæla í fjórðingsfinalunum.

Í morgin, hósdagin 16. apríl verða hesir tríggir dystirnir spældir:
EB/Streymur - NSÍ (FM1)
07 Vestur - Skála (FM1)
Víkingur - AB 

Allir dystirnir byrja klokkan 18.30. FM1 sigur frá við Margáir og í Sørvági

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder