Fótbóltur

Champions League: Klárt til hálvfinalur

PCG móti Bayern og Atlético móti Arsenal í hálvfinalunum. Liverpool, Barcelona, Real Madrid og Sporting eru úti.

Luis Diaz hjá Bayern München fegnast um útjavnandi málið til 3-3 saman við liðfeløgunum Dayot Upamecano og Jonathan Tah (Mynd: EPA)

Luis Diaz hjá Bayern München fegnast um útjavnandi málið til 3-3 saman við liðfeløgunum Dayot Upamecano og Jonathan Tah (Mynd: EPA)

2026-04-16 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú greitt hvørji lið koma at spæal hálvfinalurnar í ársins Champions League. Og tað verður uttan stórliðini Barcelona, Real Madrid og Liverpool, sum fyrr hava verið evropeiskir meistarar.

Hálvfinalurnar verða millum Paris Saint-Germain og Bayern München og Atlético Madrid og Arsenal.

Liverpool tapti greitt sínar fjórðingsfinalur móti verandi meistarunum, PSG úr Paris. Franska liðið vann báðar dystirnar 2-0. Á Anfield fyrakvøldið var tað Ousmane Dembéle, sum skjeyt bæði málini, annað upp á brotsspark.

Arsenal megnaði akkurát at bjargað sær pláss í hálvfinalunum. Eftir at hava vunnið 1-0 á Sporting CP í Lissabon í farnu viku við mál í yvirtíðini, endaði dysturin í London í gjárkvøldið málleysur.

Bayern München tryggjaði sær víðari luttøku við fyrst at vinna 2-1 móti Real Madrid í spanska høvuðsstaðnum í farnu viku. Á Allianz Arena var málveitsla í gjárkvøldið, tá týsku meistararnir vunnu 4-3.

Sponsku gestirnir løgdu seg á odda tríggjar ferðir í dystinum, Men í 89. minutti javnaði Luis Diaz til 3-3 – tá høvdu spaniólar fingið ein leikara útvístan – og í yvirtíðini skoraði Michael Olise sigursmálið til 4-3.

Síðsta fjórðingsfinalan var ein sponsk uppgerð millum Atletico Madrid og FC Barcelona. Høvuðsstaðarliðið vann 2-0 í fyrra dystinum, og so var ikki nokk hjá Barcelona at vinna 2-1 á heimavølli í fyrrakvøldið.

Fyrru hálvfinalurnar í Champions League verða spældar 28. og 29. apríl, tá PSG møtir Bayern München í Paris, meðan Atletico spælir móti Arsenal í Madrid. Seinnu semifinalurnar verða spældar 5. og 6. mai.

Champions League finalan verður á Puskás Aréna í Budapest 30. mai. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder