Hondbóltur

- Vit ynskja serliga at sleppa undan Týsklandi

Rakul Wardum hevur síni ynski undan EM-lutakastinum, sum verður klokkan 17. Vit tosaðu við landsliðsmálverjan í Wien.

- Nógv heldur Svøríki enn Noreg úr ovasta styrkisbólki, og kanska tey hevði verið best at enda í Kekkia, heldur Rakul Wardum fyri áðrenn triðja endaspæls-lutakastið á rað (Mynd: Sverri Egholm)

- Nógv heldur Svøríki enn Noreg úr ovasta styrkisbólki, og kanska tey hevði verið best at enda í Kekkia, heldur Rakul Wardum fyri áðrenn triðja endaspæls-lutakastið á rað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-16 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag klokkan 17 verður lutakast um bólkabýti, og um staðseting, í EM-endaspælinum í desember.

Føroyar eru styrkismettar í bólki trý av teimum fýra:

Pottur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Pottur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia
Pottur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar *
Pottur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norður Makedónia, Ukraina, Grikkaland

* Man kann ikki trekkja lið úr egna potti

Dagin eftir seinasta dystin í undankappingini, stødd á stóra flogvøllinum tosaðu vit við Rakul Wardum. Landsliðsmálverjin hevði sínar tankar um lutakastið:

- Vit vilja í øllum førum sleppa undan Týsklandi. Tær eru ov góðar at vera í potti tvey. So kanska eisini Serbia og Kroatia úr niðasta styrkisbólki og avgjørt Noreg úr tí ovasta.

- Svøríki kundi verið gott at møtt, og so hevði helst verið best at spælt móti Kekkia úr potti tvey

 Hoyr samrøðu við Rakul Wardum um undankappingina og um lutakastið her

Til ber at stroyma lutakastið á Youtube-síðuni hjá EHF - Vit leggja eisini lenkjuna út stutt áðrenn og hava beinleiðis blogg á Portalinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder