Fótbóltur

Myndir: Landsliðskvinnurnar vitjaðu til spæl, prát og autografar á Argjum

Føroyar spæla í morgin móti Georgia á Tórsvølli - í gjár var gleði á Argjahamri. Sí myndir hjá FSF her.

Málverjin Óluva Allansdóttir Joensen tosar við børnini (Mynd: FSF/Jóhanna Thomsen)

Málverjin Óluva Allansdóttir Joensen tosar við børnini (Mynd: FSF/Jóhanna Thomsen)

2026-04-17 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er landsliðsvika, og millum dystirnar móti Grikkalandi og Georgia á Tórsvølli fingu føroysku fótbóltskvinnurnar tíð at vitja Frítíðarskúlan á Argjahamri.

Fótbóltssambandið skrivar, at har hugnaðu tær sær saman við børnunum í høllini. Síðani fóru tær at skriva autografar og práta við børnini, sum ganga í frítíðarskúlanum.

Sí myndir frá vitjanini, sum FSF hevur tikið, niðast

Tað er ókeypis fyri júst børn, tá Føroyar í morgin. leygardagin klokkan 17, spæla HM-undankappingardyst ímóti Georgia á Tórsvølli.

Sí eisini: Durita Hummeland: - Skulu hava bóltin og skapa meira (Video)

FM1 sigur frá hesum dystinum og seinni í dag - frá klokkan 17.15 - hava vit landsliðsspælarar á vitjan í sendingini "Fótbóltsskýlið". Heidi Sevdal og Sara Shaki Lamhauge fara at tosa um millum annað komandi uppgávu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder