Hondbóltur

EM: Føroyar leggja fyri móti Ukraina

Fyrsti dystur í Katowice, 5. desember, verður lykladystur. Føroysku kvinnurnar skulu vinna á lægst styrkismetta liðnum í bólkinum fyri at halda meginumfarsmøguleikan. Endað verður móti vertunum fyri upp ímóti 10.000 áskoðarum.

Marita Mortensen í síðsta EM-undankappingardystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Marita Mortensen í síðsta EM-undankappingardystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-17 07:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í gjárkvøldið var lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum í hondbólti, sum verður í desember.

Har gjørdist greitt, at Føroyar skulu spæla móti Fraklandi, Póllandi og Ukraina í suðurpólska býnum Katowice. Talan var á pappírinum um eitt rímiliga gott lutakast.

EM-bólkarnir:
Bólkur A: Ungarn, Montenegro, Slovenia, Ísland
Bólkur B: Noreg, Rumenia, Sveis, Norðurmakedonia
Bólkur C: Danmark, Spania, Turkaland, Grikkaland
Bólkur D: Niðurlond, Kekkia, Eysturríki, Kroatia
Bólkur E: Frakland, Pólland, Føroyar, Ukraina
Bólkur F: Svøríki, Týskland, Slovakia, Serbia

Tað er eisini staðfest, hvussu dystarraðfylgjan hjá Føroyum er. Lagt verður fyri móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum, har Føroyar fara at standa sum favorittar.

Síðani bíðar risauppgávan móti Fraklandi, og til endans uppgerðin móti Póllandi sum er ein av vertstjóðin.

Dystarskráin hjá Føroyum:
Leygardagin 5. desember: Føroyar – Ukraina
Mánadagin 7. desember: Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. desember: Føroyar – Pólland

Dystirnir verða leiktir í Spodek Arena í Katowice, sum tekur 11.000 áskoðarar. Harvið kann gerast talan um áhugaverda pallseting í Póllandi, har hondbólturin hevur stóran áhuga.

[object Object]
Spodek leikhøllin mitt í suðurpólska býnum. Líkist eitt sindur einari UFO

[object Object]Føroyska U21-landsliðið gjørdi av álvara vart við seg í Katowice og økinum kring har í juni í fjør. Úrslitið varð ein HM-bronsa (Mynd: Sverri Egholm) 

Føroysku U21-menninir spældu seg til HM-bronsu í sama øki - tó vóru hesir dystirnir spældir í Katowice-útryðuni og ikki í Spodek, sum so at siga er mitt í býnum.

Annars meginumfarsbólkruin verður eisini leiktur í Katowice - umframt finaluvikuskifti.

Meira um lutakastið seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder