Elias Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl eru ikki tøkir vegna skaðar, og tað er málverjin Aleksandar Sasha Lacok framvegis heldur ikki.
Í EM-endaspælinum var Tórður Skorheim Guttesen við sum eykamálverji, men Kyndla-málverjin hevur boðað frá, at hann ikki er tøkur til landsliðið nú.
Harvið hava Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen skula funnið nýggjar loysnir.
Nú hópurin er almennur, er greitt, at at tær vera eldri loysnir úr føroysku deildini- har serliga annar hevur gjørt stóran mun á A-landsliðnum áður.
Liðskiparin er aftur, og Peter Krogh skal royna at fyllla holið mitt fyri, nú Ísak Vedelsbøl ikki er við. Krogh hevur, sambært handballstatz.com, spælt 51 A-landsdystir. Vegna serliga ryggtrupulleikar, hevur verjugeneralurin ikki spælt á landsliðnum síðani november 2024.
![]()
Seinast Peter Krogh var við landsliðnum var til EM-undandystirnar í november 2024 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Tóraldur Kollsker var við til HM-undankappingardystir í Luksemborg í januar 2020, men annars hevur hoyvíkingurin ikki spælt á A-landsliðnum. Tóraldur var í Danmark í fleiri ár men hevur nú spælt í Hoyvík aftur í nakað yvir eitt ár.
Man kann siga, at royndi málverjin er valdur frammum unga liðfelagin í H71, Micah Wardum Ragnarsson, sum hevur vant nakað við A-landsliðnum fyrr í ár.
![]()
![]()
Tóraldur Kollsker fegnast um bjarging í sigri móti Luksemborg í januar 2020 (Myndir: Sverri Egholm)
Í mun til EM-endaspælið er Kjartan Johansen ikki við.
Hópurin til HM-røkkstøkkdystirnar:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, Sandnes (NOR)
Tóraldur Kollsker H71 *
Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Valur (IS)
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Bakspælari/Verjuspælari:
Peter Krogh, H71 *
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HV København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Helgi Hildarsson Hoydal, H71
* Nýggir málverjar
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia&Hersegovina - Føroyar
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina
Atgongumerkjasølan til heimadystin byrjar mánadagin, 20. apríl, klokkan 10.
Dagført: 09.14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald