Klokkan 17 byrjar HM-undankappingardysturin á Tórsvølli, har Georgia vitjar.
Føroyska byrjanaruppstillingin varð kunngjørd fyri løtu síðani, og tveir broytingar eru, í mun til dystin móti Grikkalandi týsdagin (2-3)
Ungu Fridrikka Clementsen og Sólja Ernsdtóttir avloysa Saru Samson Shaki og Heidi Sevdal - hetta sum ávikavist høgri vongur og áleypari í 3-4-3/5-4-1 leikskipan
Liðið og hópurin hjá Føroyum:
Mynd: FSF
Sí eisini: Sara: - Bleiv ordiliga kedd tá Heidi hótti við at gevast (video)
![]()
Sólja Ernsdóttir sæst mitt í myndini og Fridrikka Clementsen til høgru
Føroysku kvinnurnar koma eftir øllum at døma at vera meira við í spælinum enn seinasta dyst: Føroyar eru hægri styrkismettar enn Georgia og standa sum favorittar.
Fyrsta bríksl verður klokkan 17. FM1 sigur frá - Pætur Nolsøe og Allan Dybczak sita til reiðar við mikrofonunum.
Til ber eisini at fylgja við gongdini ovast á Portalinum, og hava vit ymiskt tilfar í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald