Fótbóltur

Anna avgjørdi í evstu løtu

Innskifti miðvllarin skoraði einasta málið í søta og uppiborna føroyska sigrinum á Torsvølli. Føroysku kvinnurnar hildu Georgia frá møguleikum og stríddu seg til sigursmálið.

Stórur føroyskur fagnaður eftir sigursmálið hjá Annu Caroline Brændstrup (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur føroyskur fagnaður eftir sigursmálið hjá Annu Caroline Brændstrup (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-18 19:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Innlegg, spentar støður frammanfyri georgiska málið og nakrir veruligir møguleikar. Men hóast gott føroyskt spæl í fleri førum gekst illa at fáa málið.

Men tað gekk. Føroyar fóru eftir tí, og beint sum stadionurið vísti 90 minuttir brast fyri nev: 

Gott spæl í vinstru, innlegg frá liðskiparanum Áslu Johannesen, georgar fyri í fyrstu syftu, men ein føroyskur spælari var fyrstur á bóltinum. 

Talan var Annu Carolinu Brændstrup, sum kom inn í 73. minutti. Hon er uppvaksin í Danmark og spælir í portugisikum fótbólti (Gil Vicente), og nú vísti hon máltev í avgerandi løtu.

Anna skoraði eisini í venjingardysti á Kypros, og nú tryggjaði málið Føroyum trý stig móti Georgia.

Trý stig, sum vóru uppiborin eftir leikgongdini. Georgia hevði so at siga ikki ein málmøguleika í dystinum, og í sjey-minutta longu yvirtíðini, vísti Birita Ryan sínar dygdir. Miðverjin vardi ógvuliga væl fyri tveimum støðum, sum kundu givið mál - serliga tí fyrra har Birita tveitti seg fyri og blokeraði einum skoti í brotsteignum.

Tá Óluva Allansdóttir Joensen stutt seinni kom út og fekk beint innlegg georgiskt burtur, var liðugt: Føroyskur 1-0 sigur og fyrstu trý stigini í HM-undankappingini staðfest og stórur føroyskur fagnaður.

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder