Hondbóltur

TB og Mjølnir skulu spæla steypafinalu hjá kvinnum

Við sigri eftir fimm-settara hjá Fleyr, er TB í fyrstu steypafinalu felagsins hjá teimum vaksnu síðani 2018. Mjølnir vann 3-0 á føroyameistarunum SÍ - tey hittast við Tjarnir um eina viku.

Í hinari hálvfinaluni vann Fleyr eitt tætt fyrsta sett og var á odda 2-1 í settum. Men TB ressaðist, spældi væl og kom í sína fyrstu steypafinalu í átta ár (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Í hinari hálvfinaluni vann Fleyr eitt tætt fyrsta sett og var á odda 2-1 í settum. Men TB ressaðist, spældi væl og kom í sína fyrstu steypafinalu í átta ár (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2026-04-18 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Steypahálvfinaludagurin hjá teimum vaksnu í flogbólti er í Kollafirði í dag.

Áður hava steypafinalurnar verið í flogbólti verið í februar, men nú er tað eftir FM-finalurnar.

Hjá kvinnum vóru tað Mjølnir og TB, sum vunnu seg í steypafinaluna, sum verður spæld við Tjarnir leygardagin 25. apríl.

SÍ vann annar FM-finalurøðina móti Mjølni, men klaksvíkskvinnur lønti hesum aftur við 3-0 sigri í dag. 

Les tað, sum Flogbóltssamband Føroya skrivaði um hesa hálvfinaluna niðanfyri.

Bónuskappingin, kvinnur - hálvfinalur:
Mjølnir – SÍ 3-0
(25-22, 25-19 25-21)

Verandi steypavinnarin Mjølnir er til reiðar at verja steypaheitið í finaluni ímóti TB við Tjarnir næsta leygardag, eftir at Mjølnir í dag vann hálvfinaluna 3-0 á nýklaktu føroyameistarunum úr SÍ.

Tað var annars SÍ, sum legði betur fyri í dag og fór framum 10-5 í fyrsta setti, men sjey bóltar seinni hevði Mjølnir yvirhálað tær aftur og lagt seg á odda 12-10. SÍ vann sær tó leiðsluna aftur og fór framum 22-19, men Mjølnir hevði styrkina til at svara aftur – og tað við lít, tí Mjølnir vann seks tey næstu stigini og harvið settið 25-22.

Í øðrum setti var SÍ ikki ment at geva Mjølni mótstøðu, og Mjølnir vann lættliga 25-19, men í triðja setti hótti SÍ við at koma afturíaftur, tá tað legði seg á odda 15-10, men fimm bóltar seinni var longu javnt aftur, og uppaftur fýra bóltar seinni var Mjølnir farið framum 18-16. SÍ megnaði at minka um munin niður í eitt stig, men móti endanum vaks munurin aftur, og dystarbóltin smassjaði Nicola Toftegaard í gólvið hjá SÍ til 25-21.

Steypafinalan hjá kvinnum verður spæld við Tjarnir næsta leygardag klokkan 17.

[object Object]
Tær hjá Mjølni kundu fegnast í Kollafirði í dag (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Í hinari hálvfinaluni vann Fleyr eitt tætt fyrsta sett og var á odda 2-1 í settum. Men TB ressaðist, spældi væl og kom í sína fyrstu steypafinalu í átta ár.

TB – Fleyr 3-2
(25-27, 25-11, 16-25, 25-18, 15-11)

Fyri fyrstu ferð síðan 2018 hevur TB spælt seg í steypafinaluna í flogbólti eftir 3-2 sigur á Fleyr. 

Tað var tó Fleyr sum legði betur fyri og legði seg á odda 11-2 ímóti at síggja til fjáltursstungna TB-liðnum. Fjálturin hvarv tó eftir leikbrá, og við átta stigum á rað fór TB frá 15-21 upp á 23-21 og sá út til at fara at vinna fyrsta settið. Men Fleyr svaraði aftur, og eftir at hava hórað undan fyrsta settbóltinum, fór Fleyr framum 25-24 og vann settið 27-25 eftir blokk frá Maritu Emmu Heinadóttir.

Í øðrum setti fekk Fleyr ikki bilbugt við servunum hjá TB, sum lættliga vann settið 25-11.

Í triðja setti var tað so hinvegin TB sum hevði trupulleikar við móttøkunum, og so vann Fleyr 25-16.

TB var aftur betur í fjórða setti, og eftir at Fleyr hevði stríðst við at javna til 13-13, eftir at hava verið aftanfyri 7-12, dró TB frá aftur og vann settið 25-18.

Í javnbrótaranum gek javnt á til 6-6, tá ið TB vann fýra stig á rað og legði seg á odda 10-6, men hóast Fleyr kempaði væl, kom tað ikki nærri enn 8-10 og 9-11, áðrenn TB við blokki frá Sharon Holm Haynes tryggjaði sær settið 15-11 og harvið fyrsta steypafinaluplássið hjá TB síðani 2018, tá tvørakvinnur vunnu finaluna 3-1 á KÍF. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder