Hondbóltur

Fyrsta FM-finalan: H71 vendi øllum og avgjørdi í seinasta sekundi

William Napoleon Djurhuus gjørdist hetjan í Hoyvík - annars var H71 sjáldan á odda í dystinum, og Kyndil var á odda við fýra málum, tá tíggju minuttir restaðu í. Liðini hittast aftur mikukvøldið.

Tað endaði 3-2 í FM-finaludystin millum Kyndil í H71 í fjør. Í ár byrjaði H71 finalurøðina betri - uttan at spæla væl størsta partin av dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað endaði 3-2 í FM-finaludystin millum Kyndil í H71 í fjør. Í ár byrjaði H71 finalurøðina betri - uttan at spæla væl størsta partin av dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-18 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gekst einki serligt hjá H71 at fáa spælið at koyra móti sterku verjuni hjá Kyndli, við vælspælandi Tórði Skorheim Guttesen sum aftasta skansa.

Ikki teir fyrstu umleið 50 minuttirnar. Men so valdi Djóni Gaard Joensen at fara til 7 móti 6, og frá hallarurið í Hoyvík vísti 49.50, skoraði H71 níggju mál: Heimaliðið fór frá at vera aftanfyri 15-19 til at vinna 24-23.

Kyndil var annars á odda so at siga allan vegin í fyrstu FM-finaluni í Burn-deildini, sum verandi føroyameistararnir fingu yvir á teirra fyritreytir. Tobias Thisen var í hopla fyri steðgin, og tað var 9-12, tá liðini fóru at hvíla seg í Hoyvík - kanska munurin eisini burdi verið størri.

H71 fall tó ikki í fátt og tók eitt fet móti føroyameistaraheitinum. Hetta millum eisini við betri og betri atgerðum frá toppskjúttanum Boasi Ellefsen á Skipagøtu, betri verjuavriki og fleiri bjargingum frá Tóraldi Kollsker, sum júst er úttikin til landsliðið fyri fyrstu ferð í yvir seks ár 

Í seinasta álopinum, beint eftir at Jákup Jøregensen hevði javnað, hildu hoyvíkingar høvdið kalt. Peter Krogh varð takklaður, men megnaði at sleppa bóltinum út til William Napoleon Djurhuus. Við hansara fyrsta skoti skoraði ungi høgri vongurin til 24-23, og so kókaði Hoyvíkshøllin av álvara.

Hoyr sigursmálskjúttan hjá H71 og høvuðsvenjaran hjá Kyndli seta orð á dramatikkin í Hoyvíkshøllini

[object Object]
William Napoleon Djurhuus kom inn og avgjørdi dystin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Sí meira um dystin her

H71 og Kyndil spæla FM-finalu nummar tvey mikukvøldið 22. apríl klokkan 19.

Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur gerst føroyameistari


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder