Fótbóltur

FM1: B68 - HB klokkan 17.15 og 3. hálvleikur klokkan 19.30

Eftir hondbóltsdystin á Hálsi verður sett inn á Svangaskarð, har HB fyribils kann leggja seg á odda í Meistaradeildini. Aftaná verður tikið samanum, og Pætur Nolsøe hyggur, saman við gestum eisini fram ímóti dystunum í morgin.

HB vitjar B68 tíðliga í kvøld í fyrsta dystinum í 6. umfari í Meistaradeildini (Mynd: Sverri Egholm)

HB vitjar B68 tíðliga í kvøld í fyrsta dystinum í 6. umfari í Meistaradeildini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-19 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur í 6. umfari í Meistaradeildini hjá monnum verður spældur á Svangaskarði tíðliga í kvøld.

Har tekur B68 ímóti HB, sum í løtuni er á 3. plássi og sum við trimum stigum kann leggja seg undir liðuna á NSÍ við 13. Og harvið eisini leggja trýst á hini oddaliðini, sum spæla í morgin.

[object Object]

Toftamaðurin André Olsen vitjar við sínum liði á sínum gamla heimavølli, og her HB sjálvsagt favorittur móti liðnum á 9. plássi - hóast B68 gjørdi lívið torført hjá grannunum úr NSÍ, tá teir vóru á Toftum fyrst í mánaðinum.

Dysturin byrjar klokkan 17.15, og Brynjar Jacobsen Poulsen fer at sita til reiðar á Svangaskarði saman við Jákupi Alfredsson Olsen og hava beinleiðis frásøgn á FM1.

Sagt verður frá hondbóltshálvfinalu á Hálsi frá klokkan 16, og sett verður til Toftir eftir dystarenda í Havn.

Til ber eisini at fylgja gongdini í B68-HB ovast á Portalinum

Eftir dystin verður tikið samanum og síðani sett til rásarúmið í Havn, har Pætur Nolsøe hevur 3. hálvleik.

Tað er sunnukvøldssendingin, sum byrjar klokkan 19.30, har vit vanliga taka smanum á FM1. Tað gera vit eisini - steypadystir vóru eisini áðrenn vikuskifti - men av tí at fýra dystir eru á skránni í morgin, so verður eisini hugt fram ímóti teimum og eftir yviskipaðu støðuni.

Lurta eftir FM1 her

6. umfar í Meistaradeildini:
Sun. 19. apr. 18:15B68HB
Mán. 20. apr. 19:30NSÍEB/Streymur
Mán. 20. apr. 19:3007 VesturB36
Mán. 20. apr. 19:30Skála ÍFVíkingur
Mán. 20. apr. 19:30AB
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder