Sum væntað gjørdist Füchse Berlin seinnapartin týskur steypavinnari 2026.
Bergischer vann í gjár púra óvæntað á Champions League-vinnarunum og helst komandi týsku meistarunum, Magdeburg, men liðið á 15. plássið í heimsins sterkastu deild fekk ikki eisini koppað verandi týsku meistarunum hetta Final Four-vikuskifti í Köln.
Bergischer fylgdi ananrs væl við størsta partin av fyrra hálvleiki, men síðani kom Mathias Gidsel av álvara í gongd. 22-17 í steðginum og skjótt í 2. hálvleiki sást, at hetta ikki fór at gerast spennandi. Samanlagt varð munurin eisini níggju mál
- Tað er eitt gott hugskot at geva Hákuni bólin
Hákun West av Teigum var í fjør tryggja fyrsta valið á høgra vongi hjá meistaraliðnum, og javngamli Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist týskur steypavinnari við THW Kiel.
Nú Füchse vann gull, var tað við føroyingi í stórum leikluti:
- Hann hevur ikki altíð so nógv at arbeiða við, men tað er eitt gott hugskot at geva honum bólktin - føroyingurin tørvar ikki so nógv pláss.
Hetta staðfestu David Kroner og viðmerkjari hansara á TV3 MAX/Viaplay, tá Hákun West av Teigum í 13. minutti skoraði sítt fjórða mál.
![]()
![]()
Ein ógvuliga tryggur føroyingur í Köln hetta vikuskifti: Hákun West av Teigum vísti sínar dygdir á stóra pallinum aftur (Savnsmyndir: Sverri Egholm)
Úr spískum, í kontra ella hvat tað var: Hákun West av Teigum var púra tryggur í dag - so at siga allan
Sjey skot og seks mál = 86 prosent gagnnýtisprosent hjá høgra vonginum úr Hoyvík
24-ára gamli føroyingurin skoraði fimm mál í 1. hálvleiki, meðan dysturin var tættur, og Hákun skoraði eisini trygt, tá hann fekk møguleikan tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Høgri vongurin misnýtti bert eitt skot, tá hann ikki var í fullari kropsligari javnvág.
Samanlagt níggju mál - uppá tíggju skot - hjá føroyska landsliðsprofilinum í hesum Final Four: 90 prosent í stóru Lanxess leikhøllini, og kann Hákun West av Teigum nú aftur fegnast um eitt gullheiðursmerki.
Portalurin ynskir Hákuni West av Teigum tillukku við týska steypagullinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald