Fótbóltur

B68 gjørdi bart - HB heilkiksaði

Ein skelkur á Svangaskarði har B68 sendi HB heim við 3-1 tapi.

HB fekk í ov lítlan mun fekk tamarhald á spælinum, og vantaði hugflog og góðsku - hóast støður vóru serliga stutt fyri steðgin. Dysturin lá til B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB fekk í ov lítlan mun fekk tamarhald á spælinum, og vantaði hugflog og góðsku - hóast støður vóru serliga stutt fyri steðgin. Dysturin lá til B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-19 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óvæntað úrslit í fyrsta dystinum í 6. umfari í Meistaradeildini: Stórfavorittirnar á Svangaskarði taptu 3-1 og mistu stórt fet í oddastríðnum. 

Longu eftir ein minutt lá bólturin í HB-málinum: Fyrrverandi HB'arin Djóni Samuelsen er skrásettur fyri málið, sum málverjin Bjarti Vitalis Mørk noyddist at taka á sín kappa.

Hetta merkti HB-liðið, sum í ov lítlan mun fekk tamarhald á spælinum, og vantaði hugflog og góðsku í 1. hálvleiki - hóast støður vóru serliga stutt fyri steðgin. Dysturin lá til B68, sum fekk tingini at rigga og eisini økti í 57. minutti.

2-0 og har vóru eisini aðrir møguleikar til heimaliðið.

HB setti seg tó av álvara á dystin og kom tættari. Innskifti Ebiye Moses minkaði um munin miðskeiðis í 2. hálvleiki í sínum fyrsta landskappingardysti.

Útiliðið legði eitt tungt trýst og hótti málið hjá heimaliðnum, men B68 reið stormin av. Og í yvirtíðini skoraði liðskiparin Hanus Højgaard eitt vakurt mál.

[object Object]
Hanus Højgaard setti flott punktum fyri flottum B68-sigri, tá HB varð koppað (Mynd: Sverri Egholm)

Ógvuliga dýrabærur sigur hjá B68, sum nú er á 7. plássi við seks stigum.

HB er á 3. plássi við 10 stigum en hevur bert fýra stig seinastu fýra umførini: Ein stór strika í rokningini hjá André Olsen og hansara monnum á Svangaskarði.


 [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder