Nú nærkast til 23. mai tá Sandoy Hálvmaraton er á skránni.
Aftur í ár er møguliga at velja millum tríggjar teinar, sum allir kunnu rennast ella gangast:
- Teinur 1 sum er Hálvmaraton teinurin, er 21,1 km og er hann runt byrgdina á Sandi, til Søltuvíkar og aftur og runt Sands vatn, enda verður sama stað har byrja verður við kommunuskrivsstovuna á Sandi.
- Teinur 2 er til Søltuvíkar og aftur, hesin teinurin er 10,9 km
- Teinur 3 er runt Sands vatn, hesin teinur er 6,8 km.
Á øllum teinunum eru postar við vatn og frukt til allir luttakarar. Á málinum fáa øll heiðursmerkir og ábit frá Mowi. Eisini er eitt stórt hoppiland, úti café, matsøla og livandi tónleikur har millum annað Bjarki V. Trondesen fer at framføra, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Møguleiki er at melda til Sandoy Hálvmaraton á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald