Hondbóltur

Kyndil í FM-finaluni fjórðu ferð á rað - H71 og VÍF í avgerandi hálvfinalu mikukvøldið

Tær grønu skulu aftur spæla um gullið. Hetta er greitt eftir stórsigurin í gjár- Sára Berg á Lag og H71 syrgdu fyri, at ein triðja hálvfinalu skal spælast í Hoyvík.

Toppskjúttin Turið Arge Samuelsen fegnast saman við blaðungu Emily Andersen, sum kom inn og skal spæla í sínari fyrstu finalurøð - tað verður ikki tann fyrsta hjá Turið (Mynd: Sverri Egholm)

Toppskjúttin Turið Arge Samuelsen fegnast saman við blaðungu Emily Andersen, sum kom inn og skal spæla í sínari fyrstu finalurøð - tað verður ikki tann fyrsta hjá Turið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-20 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vóru aðru hálvfinalurnar í SMS-deildini spældar. Onnur endaði við sigri til sama lið, sum vann fyrstu hálvfinaluna, meðan í hinari varð svarað aftur.

Á Hálsi lat Kyndil ongan iva verða um, hvat betra liðið var í grannauppgerðini.

Neistin hekk í fyrstu 22 minuttirnar, men síðani skoraði Kyndil fýra mál á rað, har norska Kaja Kristensen gekk á odda eina løtu, og so kom spenningur ikki aftur í dystin. Í steðginum var støðan 17-12, og í 2. hálvleiki skoraði Kyndil heili 25 mál.

Tær í grønum spældu frálíkan hondbólt, og í málinum tók Gylta Djurhuus á Neystabø frá. Tað endaði 42-25 - nógv skal til fyri at steðga Kyndli í FM-finalunum.

[object Object]Gylta í Neystabø minti aftur á, at hon er til reiðar at kappast um landsliðspláss - ungi málverjin kann gerast sera týðandi í finalurøðini (Mynd: Sverri Egholm)

Gylta á Neystabø: - Hesaferð vóru ongir nervar hjá Kyndli

Hetta er fjórða árið á rað, at Kyndil spælir seg í FM-finalurnar hjá kvinnum. Í 2023 og 2025 vóru hoyvíkskvinnur - í 2024 vann Kyndil FM seinast.

Myndir: Meistarligt spæl sendi Kyndil aftur í FM-finalurnarð

Júst H71 syrgdi í gjárkvøldið fyri, at liðið framvegis hevur møguleikan at verja sítt heiti. VÍF vann fyrstu finaluna eftir longda leiktíð, og eftir at hoyvíkskvinnur høvdu mista eina stóra leiðslu.

Í gjár var tó eingin slingur í H71-valsinum. Munurin var fýra mál eftir 13 og ein hálvan minutt, og seks H71-mál innan stutta tíð, og H71 vann eisini við fýra málum: 33-29

[object Object]
Sára Berg á Lag gekk á odda fyri H71: 11 mál, vunnin brotskøst og flott verjuavrik (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: H71 setti VÍF til viks

Landsliðsspælarin Anna Elisabeth Weyhe fekk eitt heldur tunt reytt kort eftir 40 minuttir, men hóast Fríða Nolsøe Olsen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og hinar royndu, so ávirkaði tað ikki so mikið nógv. Tá Alda av Skarð tók tvey VÍF-skot á rað, og H71 síðani skoraði hinumegin var avgjørt.

Hjá H71 var samlaða avrikið sterkt, og tað var serliga Sára Berg á Lag, sum skein. Unga hoyvíkskvinnan byrjaði á vinstra vongi og var ísakøld, tá hon fekk møguleikarnar, og Sára dekkaði eisini ógvuliga væl á bakkinum. Tá Anna Elisabeth varð útvíst, tók Sára við á bakkinum í álopinum eisini, og hon gav VÍF-verjuni nógv høvuðbrýggj. Samanlagt 11 mál, ein triðing hjá H71, og greiður toppskjútti.

Sára Bert á Lag: Mugu halda høvdið kalt

Nú er Kyndil í FM-finalunum og bíðar eftir at kenna mótsstøðuliðið - tað er líkamikið hvat lið tað verður, helt Joan Johannesen fyri í gjár.

H71 og VÍF bresta saman aftur mikudagin klokkan 18 í Hoyvík. Vinnarin har skal spæla FM-finalur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder