Hondbóltur

So at siga øll sitiplássini til lagnudystin farin

Nakað yvir 2.000 atgongumerki burtur í sambandi við uppgerðina móti Bosnina 16. mai. Umleið 3.000 pláss eru til dystirnar hjá hondbóltslandsliðnum.

2026-04-21 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku menninir spæla í mai um HM-pláss: Fyrst í Bosnia Hersegovina hóskvøldið 14. mai og við Tjarnir leygarkvøldið 16. mai.

Atgongumerkini til dystin vórðu sett til sølu mánadagin klokkan 10. Tað hevur gingist væl at selja seinasta stóra samdøgrið - tó ikki eins væl sum seinastu heimadystirnar hjá manslandsliðnum.

Portalurin hevur fingið upplýst, at um middagsleitið vóru nakað yvir 2.000 atgongumerki farin.

Ógvuliga fá sitipláss eru eftir - síðani snýr tað seg um standipláss.

3.000 atgongumerki eru tøk til slíkar dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder