Fótbóltur

Edvard Heen er nýggjur formaður í B36

Fyrrverandi stjórin í Almannaverkinum tekur við eftir Maritu Debess Magnussen. Hetta er greitt eftir eykaaðalfund felagsins í kvøld.

Edvard Heen stendur nú frammanfyri nýggjari uppgávu (Mynd: Sverri Egholm)

Edvard Heen stendur nú frammanfyri nýggjari uppgávu (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-21 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. mai tekur Marita Debess Magnussen við sum nýggjur aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya.

Harvið skal B36 heva eitt nýtt forfolk, og í sambandi við eykaaðalfundin í kvøld er greitt, hvønn talan er um.

68-ára gamli Edvard Heen er norðmaður, sum leingi hevur búð í Føroyum. Hann er millum annað kendur sum stjóri í Almannaverkinum (2014-2025).

Eisini hevur Edvard Heen starvast í Føroya Banka og Tryggingarfelagnum, og hann hevur eisini royndir úr fótbóltsnevnd í Gundadali: Í 2008 kom hann upp í nevndina í B36.

Har var norðmaðurin í nøkur ár, og nú er hann aftur - sum formaður. Hetta hevur Portalurin fingið staðfest. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder