Fótbóltur

Her er nýggja B36-nevndin

Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, kemur Edvard Heen inn sum nýggjur formaður. Nicolai M. Balle og Jákup Højgaard eru eisini nýggir í nevndini.

2026-04-22 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyka aðalfundur var í B36-húsinum týskvøldkvøld, har forkvinnan Marita Debess Magnussen og nevndarlimurin Sigurd Rasmussen takkaðu fyri seg eftir trúgva tænastu.

Marita Debess Magnussen hevur verið forkvinna felagsins seinastu árini. 1. mai tekur við hon sum nýggjur aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya.

Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, tekur Edvard Heen við sum formaður. 

68 ára gamli norðmaðurin hevur sitið í nevndini fyri B36 fyrr. Í 2008 var hann sum nevndarlimur partur av bjargingararbeiðinum, tá felagið kom í fíggjarligar trupulleikar. Har sat hann fram til kappingarenda í 2010.

Les eisini: Edvard Heen er nýggjur formaður í B36

Umframt Edvard Heen, eru Nicolai M. Balle og Jákup Højgaard nýggir í nevndini.  Nicolai M. Balle, sum til dagliga er stjóri í Telgildu Føroyum, verður kassameistari.

Eftir fundin skipaði nevndin í B36 seg soleiðis:

Formaður: Edvardi Heen
Næstformaður: Uni Holm Johannesen
Kassameistari: Nicolai M. Balle
Skrivari: Sissal Kristiansen
Nevndarlimir: Ruben Haraldsen, Maj-Britt Hellisdal og Jákup Højgaard

Kelda: Fótbóltsfelagið B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder