Hondbóltur

Háspenningur í Hoyvík og á Hálsi: FM1 sigur frá klokkan 18 og klokkan 20

Fyrst stríðast hoyvíkskvinnur og vestmannakvinnur um finalupláss - síðani spæla menninir hjá Kyndli og H71 aðru FM-finaluna. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

1-1 í dystum millum VÍF og H71 sum í kvøld bresta saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)

1-1 í dystum millum VÍF og H71 sum í kvøld bresta saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-22 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um eitt stórt hondbóltskvøld í endaspølunum í fremstu deildunum.

SMS kvinnur, triðja og avgerandi hálvfinala
18.00: H71 (1) - VÍF (1)

FM1: Tormóður Petursson Djurhuus sigur frá

Burn kvinnur, onnur FM-finalan
20.00: Kyndil (0) - H71 (1)

FM1: Pætur Nolsøe sigur frá

Í FM-finalunum er tað "best av fimm" ella "fyrst upp í trý". Harvið kann H71 spæla seg til tríggjar dystarbóltar, um tað eydnast hoyvíkingum at vinna á Kyndli aftur í kvøld. Tey spæla á Hálsi klokkan 20

Í fyrstu mansfinaluni var Kyndil leingi omaná, men H71 var stinnari móti endanum

Kyndil hevur spælt seg í kvinnufinaluna - hetta eftir stórsigur á Neistanum sunnudagin. Sunnukvøldið vann H71 á VÍF, og harvið er 1-1 í tí hálvfinalurøðini.

Liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini, klokkan 18, har lagt er upp til brak. H71 vann FM hjá kvinnum í fjør eftir finalurøð móti Kyndli. 

Umframt frásagnirnar á FM1, ber til at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum. Meira tilfar um dystirnar seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder