Fótbóltur

Adrian hevur skorað sítt fyrsta mál fyri AC Horsens

Hetta í 4-1 sigrinum á Esbjerg. Toppskjúttin í deildini og liðið kappast enn um uppflyting. Meinhard Egilsson Olsen er aftur á vølli fyri Kolding.

Adrian Justinussen vísti sínar dygdir aftur í gjár. Hann er framvegis toppskjútti í Betina Liga. Vongurin/áleyparin hevur verið nakað darvaður av skaða, síðani hann kom til jútska felagið, ið satsar upp á Superliguna

Adrian Justinussen vísti sínar dygdir aftur í gjár. Hann er framvegis toppskjútti í Betina Liga. Vongurin/áleyparin hevur verið nakað darvaður av skaða, síðani hann kom til jútska felagið, ið satsar upp á Superliguna

2026-04-22 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks umfør resta nú í, í næstbestu donsku deildini, og eftir 4-1 sigurin á Esbjerg í gjár, er AC Horsens framvegis trý stig frá uppflyting.

Esbjerg legði seg annars á odda tíðliga í Horsens, men longu eftir 10 minuttir var 2-1; Kristian Kirkegaard skoraði tvey títt mál.

Fimm minuttir eftir steðgin eydnaðist tað so hjá Adriani Rúnason Justinussen at skora fyrsta fyrsta kappingarmál, síðani skiftið úr Hillerød til Horsens í januar.

Sí málið hjá Adriani her

Talan var um forloysandi - og gott mál - hjá føroyska landsliðsspælaranum. Bólturin stakk til Adrian, nummar 15 í gulum: Ein góð nerting og eitt skot í netið umvegis handara stólpan.

Adrian Justinussen er toppskjútti í Betina Liga við 11 málum. Hann hevur verið nakað darvaður av skaða, síðani hann kom til jútska felagið, ið satsar upp á Superliguna

Sí støðuna her

Gamla felagið hjá Adriani hevur eisini trý stig upp til 2. plássið, sum gevur beinleiðis uppflyting.

Í gjár tapti Hillerød 3-1 á heimavølli fyri Lyngby, sum hevur beina kós upp í Superliguna. Poul Kallsberg kom inn, tá eitt korter var eftir - og fekk gult kort minuttin aftaná.

Kolding tapti í Hvidovre og fer ikki at flyta upp. Tað jaliga við føroyskum brillum er, at Meinhard Egilsson Olsen hevur spælt í tveimum teimum seinastu dystunum.

Landsliðsspælarin var undir skurði í knænum í februar - í gjár byrjaði Meinhard inni fyri fyrstu ferð í 2026 og spældi 1. hálvleik.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen hevur staðið seg væl, síðani hann kom til Kolding tíðliga í 2025 (Mynd: Kolding IF)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder