Tað skuldi næstan ikki komið undir tíðindi longur, men hetta er ein av margháttiligur uppsøgnunum hjá Chelsea:
8. januar skrivaði Liam Rosenior undir seks-ára sáttmála við stóra London-felagið, men undir fýra mánaðair seinni, eftir bert 104 dagar í sessinum, er bretin uppsagdur.
Harvið skal Chelsea aftur gjalda einum venjara, sum ikki starvast fyri felagið, nógva løn. Summi væl lýdd tíðindafólk skriva í dag, at talan kann vera upp ímóti 24 milliónir pund - yvir 200 milliónir krónir.
Uppsøgnin varð almannakunngjørd tíðliga í kvøld. Hetta í kjalarvørinum av enn einum keðiligum Chelsea-avriki í gjár: 3-0 tapi í Brighton.
Talan var um fimta tapið á rað hjá Chelsea - liðið skoraði einki mál í hesum dystunum, og hetta kostaði Liam Rosenior starvið.
41-ára gamli bretin hevði lítlar høvuðsvenjararoyndir, tá hann tók yvir í stórfelagnum.
Eftir tapið í gjár, er Chelsea nú nummar 7 - Brighton yvirhálaði. Sjey stig eru upp til Champions League-pláss.
Tað er Callum McFarlane, sum tekur yvir restina av kappingarárinum. Hann hevur verið partur av venjartoyminum og stóð á odda tveir teir fyrstu dystirnar í 2026, eftir at Enzo Maresca varð uppsagdur - og áðrenn Rosenior tók við.
Chelsea hevur havt samanlagt átta venjarar í stór fýra ár; tríggir sum fyribils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald