Annað

Nýggjur steypavinnari skal finnast í flogbólti hjá monnum

Fyri fyrstu ferð í átta ár eru menninir hjá Mjølni ikki partur av steypafinaluni í flogbólti hjá monnum, sum í ár verður millum ÍF og SÍ.

(Mynd: ÍF)

(Mynd: ÍF)

2026-04-24 11:31 Author image
Innsent
placeholder

Bónus steypakappingin, menn:
ÍF - SÍ
Leygardagin 25. apríl kl. 17:00
Við Tjarnir

Fyri fyrstu ferð í átta ár eru menninir hjá Mjølni ikki partur av steypafinaluni í flogbólti hjá monnum, tí í hálvfinaluni tapti verandi steypavinnarin nevniliga fyri ÍF, sum tí skal spæla finalu ímóti SÍ, sum mundi tveitt sær finaluplássið burtur, men megnaði at venda 0-2 til 3-2 í hálvfinaluni ímóti Fleyr.

SÍ og ÍF hava møtst níggju ferðir í steypafinaluni fyrr, har ÍF hevur vunnið tær seks, og SÍ hevur vunnið tríggjar, umframt at b-liðið hjá SÍ vann 3-2 á ÍF í 2018. Men hesa ferð skerst ikki burtur, at SÍ er greiður favorittur at vinna finaluna, tí turru tølini siga, at SÍ hevur vunnið 21 sigrar á rað í lands- og steypakappingini.

Hóast ÍF vann fyrsta dystin í kappingarárinum á júst SÍ, er fuglfirðingum fullgreitt, at støðan tá var øðrvísi, tí SÍ var illa mannað fyrstu tveir dystirnar, men hevur síðan vunnið hvønn tann einasta dyst.

Tó hevur ÍF ikki mist mótið, staðfesti Hjørtur Sólstein: ”Tað verður spennandi, og vit gleða okkum at spæla ímóti SÍ”, segði hann við Kringvarpið. ”Men vit mugu heim at arbeiða hart”, legði hann aftrat.

Hóast SÍ ikki altíð hevur so nógvar leikarar á dómaraseðlinum – t.d. vóru bara sjey í hálvfinaluni – er liðið framúr gott.

”Vit hava heilt øgiliga góðar leikarar. Vit hava kantar og diagonal, sum eru heilt øgiliga góðir, ein hevara sum hevar væl, ein libero sum tekur ímóti øllum, og eg haldi, at vit hava bara eitt gott samanspælt lið”, segði Tóki í Haraldstovu við Kringvarpið. ”Vit spæla okkara spæl. Um vit spæla væl, so haldi eg vit kunnu vinna”, helt hann um útlitini fyri sigri í steypafinaluni.

Í ÍF fara teir kanska at finna sær íblástur úr hagtølunum, sum siga, at bara eina ferð hava teir tapt eina steypafinalu ímóti SÍ við 3-0. Tað var í fyrstu finaluni teirra millum í 2002. Hinvegin hevur ÍF vunnið 3-0 á SÍ tríggjar ferðir. Tríggjar ferðir hava finalurnar teirra millum verið fimmsettarar: 2003 ÍF – SÍ 3-2; 2013 ÍF – SÍ 3-2; 2015 SÍ – ÍF 3-2. Haraftrat vann SÍ b 3-2 á ÍF í 2018.

Samanlagt hevur ÍF vunnið níggju steypafinalur og SÍ sjey. Niðanfyri eru øll steypafinaluúrslitini, síðan farið var at spæla steypafinalur í 2000:

2025 Mjølnir – Fleyr 3-2
2024 SÍ – Mjølnir 3-1
2023 Mjølnir – SÍ 3-1
2022 Mjølnir – ÍF 3-1
2021 ÍF – Mjølnir 3-2
2020 Mjølnir – SÍ 3-0
2019 Mjølnir – Fleyr 3-0
2018 SÍ b – ÍF 3-2
2017 Fleyr – SÍ 3-1
2016 ÍF – SÍ 3-0 
2015 SÍ – ÍF 3-2 
2014 ÍF – SÍ 3-0 
2013 ÍF – SÍ 3-2 
2012 SÍ – Mjølnir 3-0
2011 ÍF – Mjølnir 3-2
2010 SÍ – Mjølnir 3-1
2009 ÍF – SÍ 3-1       
2008 SÍ – Mjølnir 3-1
2007 Mjølnir – ÍF 3-0
2006 Mjølnir – Fleyr 3-0
2005 SÍ – Mjølnir 3-0
2004 ÍF – SÍ 3-0 
2003 ÍF – SÍ 3-2 
2002 SÍ – ÍF 3-0 
2001 ÍF – Mjølnir 3-0
2000 Mjølnir – Fleyr 2-1


Fyri fyrstu ferð verða steypafinalurnar í flogbólti leiktar í høllini við Tjarnir. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella á www.tjarnir.fo .

Høllin er opin frá kl. 13 við hugna, undirhaldi, matsølu og onkrum góðum til góman. Sjálvur dysturin millum ÍF og SÍ byrjar kl. 17. Kvinnufinalan millum Mjølnir og TB byrjar kl. 14.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder