Hondbóltur

Dánjal Ragnarsson heldur fram í Fram - Sveinur Olafsson fer til Danmarkar

Bakspælarin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála í Reykjavík - hoyvikingurin skal royna nakað nýtt eftir tvey ár í Íslandi.

Dánjal Ragnarsson í Lambaughøllini í Reykjavík í oktober, tá føroyska kvinnulandsliðið spældi har. Hann fer framhaldandi at hava heimavøll har (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Ragnarsson í Lambaughøllini í Reykjavík í oktober, tá føroyska kvinnulandsliðið spældi har. Hann fer framhaldandi at hava heimavøll har (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-24 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dánjal Ragnarsson skuldi venda aftur til Neistan síðsta summar, men so sóknaðist Fram eftir dugnaligum bakspælarum, sum eisini kundu verja væl.

Íslendsku meistararnir leiguaðu føroyingin, sum fyriuttan eitt skaðatíðarskeið í heyst, hevur spælt stóran leiklut hjá Fram.

Í høvuðsstaðarfelagnum er man ógvuliga væl nøgdir við 24-ára gamla føroyingin, og Fram hevur í vikuni boðað frá, at nýggir trý-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnir.

[object Object]
Mynd: Knattspyrnufelagið Fram

Meðan ein føroyingur hesa vikuna er kunngjørdur at halda fram í Íslandi, er ein annar á veg avstað.

Íslendskir miðlar skriva, at Sveinur Olafsson, sum er ein árgang yngri enn Dánjal Ragnarsson, er á veg úr Afturelding. Hoyvíkingurin skifti í 2024 til felagið - eftir frálíkt kappingarár við H71.

Fyrsta kappingarárið spældi Sveinur ikki nógv men hetta kappingarárið hevur nýggi venjarin hjá Afturelding havt Svein nógv av vøllinum.

Nú gongur leiðin tó til Keypmannahavnar í lestrarørindum. Sum skilst er Sveinur Olafsson í gongd við at fáa okkurt uppá pláss í mun til hondbóltin har á leiðini eisini.

[object Object]
Sveinur Olafsson spældi tvey kappingarár í bestu íslendsku deildini 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder