Hondbóltur

Gniezno: - Vit fáa ein málverja við nógvum altjóða royndum

Annika Fríðheim Petersen er nú kunngjørd í pólska felagnum, sum landsliðsprofilurin skal spæla fyri næsta kappingarár.

Mynd: mks-gniezno.pl

Mynd: mks-gniezno.pl

2026-04-24 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur royndir úr Íslandi, Noreg og Danmark og umframt at hava spælt á høgum stigi í Norðanlondum, hevur hon verið við í European League-finalu við NFH og verið týðandi spælari á føroyska landsliðnum síðani 2019.

Soleiðis skrivar Enea MKS Gniezno millum annað um nýggja málverja sín á heimasíðu felagsins.

Har verður eisini víst á, at Annika Fríðheim Petersen í EM-endaspælinum 2024 var tann málverjin við hægst bjargingarprosenti.

Føroyar skulu aftur spæla EM-endaspæl í desember. Hetta verður í Póllandi, sum í øllum førum kappingarárinum 2026-2027 verður heimlandið hjá 26-ára gomlu hoyvíkskvinnuni og familju hennara.

Sum vit skrivaðu í gjármorgunin, fer Annika Fríðheim Petersen at royna nakað nýtt í føroyskum hondbólti: At spæla í pólskum hondbólti.

Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen skal spæla í bestu pólsku deildini

Gniezno liggur í løtuni á 7. plássini í deildini, har tey bestu liðini spæla í European League ella European Cup.

Føroyski landsliðsmálverjin hevur gjørt eitt-ára sáttmála við pólska felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder