Hondbóltur

Valur vann fyrstu finaluna um íslendska meistaraheitið

Tað endaði 37-33 í Reykjavík. Mánakvøldið spæla landsliðsspælararnir Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi aðru finaluna á Hafnafjørðinum.

Bjarni í Selvindi er í gongd við sítt kappingarár nummar tvey í Íslandi - og við sína finalurøð nummar tvey. Bakkurin av Skála skeyt tvey mál í fyrstu finalunui í kvøld (Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi er í gongd við sítt kappingarár nummar tvey í Íslandi - og við sína finalurøð nummar tvey. Bakkurin av Skála skeyt tvey mál í fyrstu finalunui í kvøld (Sverri Egholm)

2026-04-24 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var føroyingafelagið eisini í finalunum men tapti allar tríggjar fyri Fram.

Nú byrjaði Valur væl í finalurøðini í íslendska meistaraheitið. 

FH vitjaði á Hlíðarenda í Reykjavík í kvøld. Tað var 16-16 í steðinum, men skjótt aftaná fór heimaliðið frá.

Tað endaði 37-33 til Val, sum harvið er tveir sigrar frá meirstaraheitinum.

Bjarni í Selvindi var skrásettur fyri tvey mál í kvøld. Skálamaðurin í bakketuni hjá Vali kann gerast lyklaspælari í røðini.

Hann og Allan Norðberg, sum báðir eru á landsliðnum og eru uppvaksinir í StÍF, spæla aftur mánakvøldið klokkan 20.30 føroyska tíð. Tá tekur FH ímóti á Hafnafjørðinum.

[object Object]Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg til landsliðsvenjing - teir vilja gjarna koma til landsliðssavningina í mai við gullheiðursmerkjum í viðførinum 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder