Tað verður ein spennandi og stórur dagur.
Hetta var millum tað, sum Peter Holm, staðfesti, tá formaðurin í Flogbóltssambandi Føroy í samrøðu við FM1 í gjár tosaði um steypafinaludagin.
- Stórt stig at spæla steypafinalurnar við Tjarnir
Hann verður í dag, tá fyrstu flogbóltsfinalurnar higartil verða spældar við Tjarnir.
Í mun til vanligt, endar kappingarárið í flogbólti við steypafinalunum. FM-finalurnar vórðu spældar fyri einum mánaða síðani og beint yvir tað.
SÍ gjørdist føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum. Í báðum førum á Mjølni.
Í finalunum í dag eru fýra lið umboðaði. Byrjað verður við finalunum hjá kvinnum.
Steypafinalur Leygardagin 25. apríl
Bónus steypakappingin, kvinnur:
14:00: Mjølnir – TB
Bónus steypakappingin, menn:
17.00: ÍF - SÍ
Myndir og annað á Portalinum seinni - Televarpið vísir finalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald