Hetta vikuskiftið er Swim Open Tórshavn á skránni í svimjihøllini í Gundadali, og kappingin byrjaði fríggjakvøldið við tveimum føroyskum metum.
Tað var Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, sum setti bæði metini.
Í 50 metra frísvimjing á langgeil svam hann seg til gull við tíðini 23.46. Magnus Jákupsson átti føroyska metið á 23.48, sum var sett á DM á langgeil í Esbjerg í 2012.
Løtu seinni setti Bartal met í 50 metra bringusvimjing á langgeil við tíðini 28.81. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.09 frá EM U23 í Samorin í Slovakia í fjør, skrivar Svimjing.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald