Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson til Íslands at royna seg

Strandingurin hevur gjørt tvey-ára sáttmála við HK í Kópavági og skal harvið spæla í bestu íslendsku deildini.

Trúgvi Hávardsson spældi nógv í bakketuni hjá U21-landsliðnum, sum vann HM-bronsu í 2025 (Mynd: Sverri Egholm)

Trúgvi Hávardsson spældi nógv í bakketuni hjá U21-landsliðnum, sum vann HM-bronsu í 2025 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-27 20:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri og fleiri føroyingar fara útum landoddarnar at royna seg sum hondbóltsspælarar á hægri stigi.

Áhugi hevur verið fyri Trúgva Hávardsson í eina tíð, og nú er greitt, at 21-ára gamli strandingurin skal til Íslands at spæla.

HK Kópavágur hevur í kvøld kunngjørt kvika og snilda føroyska spælskiparin sum sum nýggan spælara. 

Talan er um tvey-ára sáttmála.

Trúgvi Hávardsson hevur seinastu árini verið stórur profilur hjá StÍF. Nú hann fer til Íslands og Pauli Rasmussen til Danmarkar, missir StÍF lyklaspælarar í bakketuni. 

Tað verður áhugavert skifti hjá spennandi strandinginum til liðið, sum endaði á 7. plássið í bestu íslendsku deildini í ár. 

Trúgvi var á ungdómslandsliðunum uppeftir, har hann og liðfelagirnir endaðu við flottari HM-bronsu í fjør.

Í løtuni spæla tveir aðrir, sum eru uppvaksnir í StIF - Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi - um íslendska meistaraheiti við Vali

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder