Fótbóltur

Andrias dagsins maður hjá Verona - mál hansara kolldømt í yvirtíðini

Føroyski verjuskansin hjá Verona við at halda nullið, men VAR-kanning tók sigursmálið frá toftamanninum, og tað sá tunt út - sí tað her. Nú er Hellas Verona ógvuliga nær niðurflyting.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-28 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta ferðir ruddaði hann væl burtur, Andrias Edmundsson vann eisini fimm nærdystir og fangaði tveir bóltar beinleiðis.

Toftamaðurin stóð seg ógvuliga væl, tá hann um vikuskiftið var við at halda málið hjá Hellas Verona reint. So væl at hann var kosin dagsins maður hjá Hellas Verona.

[object Object]

Lecce vitjaði, og heimaliðið skuldi vinna fyri at hava veruligan møguleika at yvirliva: Lecce liggur á 17. plássi, sum er bjagingin, og tíggju stig frammanfyri føroyingafelagið í Hellas Verona.

Føroyski miðverjin beindi bóltin í netið við stútara í 94. minutti. Hetta eftir frísparksinnlegg, har Andrias Edmundsson var hægstur og stútaði væl.

Landsliðsmiðverjin helt, at hann hevði skorað sítt fyrsta mál fyri Hellas Verona, men so var ikki: Armur hansara var nakað útfrá, og málverjin hjá Lecce kom skeivt út, og kom í armin.

VAR metti, at hetta var fríspark: Heldur tunt - serliga við føroyskum brillum. 

Verona er næstaftast við 19 stigum, nú fýra umfør eru eftir í Serie A. Nógv bendir á, at liðið endaliga flytir niður um vikuskift: Neyðugt er at fáa stig og helst vinna í Torino móti Juventus, um hetta ikki skal gerast veruleiki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder