- Vit eru ógvuliga fegin um, at Gylta hevur knýtt seg at okkum. Tað er ein evnaríkur og "eksplosivur" málverji við altjóða royndum.
Soleiðis sigur Magnus Oscarsson Söder, høvuðsvenjari hjá Skuru IK á heimasíðu felagsins.
Í gjárkvøldið kundu vit skriva um, at Gylta Djurhuus á Neystabø í summar skiftir úr Kyndli til felagið í bestu svensku deildini.
Sí eisini: Gylta Djurhuus á Neystabø gjørt sáttmála í Svøríki
Harvið verður heimstaðurin hjá 19-ára gomlu havnarkvinnuni skjótt í Stokkhólm-útryðuni. Har gleðir hon seg at menna seg víðari:
- Eg eri ógvuliga fegin og errin av at skriva undir við Skuru. Tað kennist sum rætta felagið og rætta fetið fyri meg. Tað gjørdist skjótt týðiligt, at at felagið raðfestir ungar spælarar. Tað er ógvuliga týðandi fyri meg, og eg gleði meg at hitta nýggj fólk í Skuru, staðfestir Gylta fyri skuruhandboll.se.
Har greiðir Gylta Djurhuus á Neystabø eisini frá sínum leikhátti - samskiftandi, við fokus á samstarvi og stinn í at staðseta seg og lesa skjúttar.
![]()
Gylta á Neystabø við einari bjarging í steypafinalusigrinum hjá Kyndli í februar, har ungi málverin varð dagsins spælari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Venjarin sær eisini spennandi møguleikar, nú føroyski ungdóms- og A-landsliðsmálverjin skjótt legst afturat liðnum:
- Vit síggja stórar menningarmøguleikar í henni. Við Gyltu á liðnum fær Skuru ein framsóknan málverja, sum eisini vil flyta seg og taka næsta fetið á hondbóltsleiðini.
Fyrst skal Gylta á Neystabø hugsavna seg um at royna at gerast greipuvinnari við Kyndli. Onnur FM-finalan er á skránni í Vestmanna í morgin, mikudagin klokkan 19.
![]()
Blaðungi málverjin hevur longu gjørt vart við seg á A-landsliðnum. Her eftir eina týðandi bjarging í søguliga sigrinum í Reyjavík - í EM-undankappingini í oktober. Í samrøðuni í sambandi við skifti, staðfestir Gylta, at hon er ógvuliga errin av at umboða Føroyar - og vónar at umboða landið ofta framyvir (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald