Hondbóltur

Kyndil fer til Vestmanna eftir stórum finalufyrimuni

VÍF skal hinvegin royna at javna til 1-1 í finalusigrum. Onnur FM-finalan millum liðini byrjar klokkan 19 í kvøld. Til ber at fylgja gongdini á Portalinum.

Kyndil vann greitt í steypafinaluni millum liðini, og vinna tær grønu í kvøld, kunnu tær veruliga tevja meira gull (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndil vann greitt í steypafinaluni millum liðini, og vinna tær grønu í kvøld, kunnu tær veruliga tevja meira gull (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-29 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF royndi sunnudagin á Hálsi, men Turið Arge Samuelsen og hinar í grønum vóru ov sterkar. Tað endaði 29-27, men tað var ikki so spennandi í 2. hávleiki, sum úrslitið annars sigur.

Sí eisini: Kyndil vann fyrstu FM-finaluna - Turið við tólv málum

Nú skulu tær í gulum og bláum svara aftur. Kyndil hevur rættin til ein heimadyst fleiri í finalurøðini, av tí at Kyndil vann grundspælið.

Harvið skal VÍF so at siga vinna í Vestmanna í kvøld. Annars kunnu steypavinnararnir longu avgerða alt á Hálsi leygarkvøldið.

VÍF skal finna aðrar mátar at tálma Turið og stóru vápnum í álopunum hjá Kyndli - samstundis sum tað skal eydnast at loysa verjuna og serliga Gyltu á Neystabø í málinum hjá favorittunumm

Sí eisini: Vit síggja stórar menningarmøguleikar í Gyltu

Onnur FM-finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 19. Til ber at fylgja við ovast á Portalinum. Vit hava eisini myndir og annð frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder