Fótbóltur

Enn ein KÍ-spælari slitið hælsinuna

Sebastian John spældi flestu evropeisku minuttirnar í fjør og hevur verið fyrsti málverji í ár. 30-ára gamal fekk álvarsama skaðan undir venjing í týskvøldið, skrivar Norðlýsið.

2026-04-29 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst var tað Patrik Johannesen, sum fekk ein av teimum mest álvarsomu ítróttarskaðunum. Hetta var í dystinum móti B68 11. apríl.

Tvær og eina hálva viku seinni sleyt ein annar fastur og týðandi KÍ-spælari hælsinuna við Djúpumýru.

Talan er um málverjan Sebastian Linnet John, sum mátti hjálpast av vøllinum, tá greipuvinnararnir týskvøldið vandu og fyrireikaðu seg til kvøldsins steypadyst móti B68:

- Undir kvøldsins venjing sleyt hann hælsinuna. Hetta hendi uttan nakað kropsligt samband við annan leikara. Ein slíkur skaði ger, at ein kann ikki spæla í minsta lagi níggju mánaðar fram, og tí er hansara kappingarár liðugt.

Hetta staðfesti Norðlýsið á heimasíðu sínari í gjárkvøldið.

[object Object]
Sebastian Linnet John í viðtalu við Portalin eftir evropeiskan heimasigur síðsta summar. Har helt danin aftur málið reint - millum annað við stórbjarging tá serbiska liðið søkti at seinastu løtuna

[object Object]Patrik Johannesen eftir misnýttan málmøguleika í sama dysti - tá Radnicki vitjaði við Djúpumýru. Landsliðsspælarin er eisini úti restina av 2026 (Myndir: Sverri Egholm)

Harvið ein dyggur smeitur hjá 30-ára gamla dananum og enn ein smeitur hjá KÍ.

Sebastian Linnet John kom inn fyri Mark F. Jensen, tá síðstnevndi fekk heilaskjálvta í Conference League-dystinum á heimavølli móti SJK Seinäjoki seinasta summar. John helt málið reint, KÍ kom víðari, og einki mál fór heldur inn næstu tríggjar dystirnar í Evropa. 

Eftir KÍ var úti úr Conference League, spældu landsmenninir nakrar dystir hvør restina av árinum. Mark Jensen spældi í steypafinaluni, har KÍ vann 2-0 á Víkingi, og royndi danin varð eisini kosin ársins málverji í føroysku deildini.

[object Object]
Mark Jensen er til reiðar at taka við millum stengurnar hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið hevur KÍ ein skikkaðan avloysara, nú Sebastian John er úti við álvarsomum skaða.

Men sum Norðlýsið skrivar, so merkir hann millum annað, at KÍ helst má út eftir einum nýggjum málverja áðrenn altjóða dystirnar í summar. Flytingarvindeygað letur upp 15. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder