Fríggjadagin kunnaði FSF um tað, sum vit á Portalinum skrivaðu um týsdagin: At tríggjar nýggjar fótbóltshallir nærkast í Føroyum.
Sí eisini: Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshallir
Tríggjar ítøkiligar verkætarlanir søktu seint í vetur stuðul, og starvsnevndin hjá FSF hevur gjørt av at stuðla verkætlanunum soleiðis:
Fótbóltshøll í Norðagøtu
Vallarstødd: 70 x 50 metrar
Stuðul: 10 milliónir krónur
Fótbóltshøll á Giljanesi
Vallarstødd: 60 x 40 metrar
Stuðul: 6 milliónir krónur
Fótbóltshøll í Trongisvági
Vallarstødd: 50 x 30 metrar
Stuðul: 4 milliónir krónur
- Umsóknin varð send við støði í einmæltari býráðssamtykt frá 29. januar 2026, eftir at bæði fíggjarnevnd og býráð høvdu samtykt at arbeiða víðari við málinum og søkja um stuðul frá FSF. Málið hevði frammanundan verið til politiska viðgerð í býráðnum í fleiri umførum. Mentanarnevndin hevði longu í februar 2025 tikið jaliga undir við, at arbeitt varð víðari við ætlanini, og í januar 2026 varð málið tikið upp av nýggjum, eftir at FSF kunngjørdi stuðulsskipanina til fótbóltshallir.
Soleiðis skrivar Tvøroyar kommuna um tilgongdina á heimasíðu sínari.
Talan er sambært fyriliggjandi umsókn um eina sokallaða 7-ara innandura fótbóltshøll við vølli á 30 x 50 metrum. Høllin er projekterað til 38 x 56 metrar, svarandi til 2.128 fermetrar, og er ætlað staðsett við Stórá sunnan fyri TB-húsið.
Harvið er talan um eina høll við vølli á "hálvari stødd". Tvøroyar kommuna slær tó fast, at býráðið skal meta um, hvørt " er grundarlag fyri at umrøða eina tillaging av verkætlanini frá einari 7-ara høll til eina 9-ara høll, tá hetta gevur betri kostnyttuvirði. Tað vil siga meira hóskandi lutfall millum kostnað og gagn".
Næsta stigið er, at býráðið skal taka endaliga støðu til, um og hvussu arbeiðast skal víðari við verkætlanini. Í tí sambandi skulu viðurskifti sum fígging, kostnaður, stødd og endalig útforming lýsast nærri, skrivar tvk.fo.
Váttan um fígging av verkætlanini skal fyriliggja í seinasta lagi 1. desember 2026, og bygningsarbeiðið skal verða sett í verk í seinasta lagi í 2027. Fótbóltssambandið krevur eisini, at treytirnar í FIFA Forward 3.0-skipanini verða loknar, og at FSF fær framíhjárætt at nýta høllina sambært nærri avtalu og uttan kostnað.
Týðandi stig fyri ítrott og trivnað
Tvøroyrar kommuna hevur søkt um stuðul til verkætlanina, tí kommunan metir, at hetta er ein týðandi liður í at styrkja og betra um møguleikarnar hjá unga ættarliðnum í kommununi. Við slíkari høll verða karmarnir fyri venjing og menning innandurða munandi betri alt árið, serliga í vetrarhálvuni, tá veðurlagið ofta avmarkar uttandura virksemi.
Hetta er staðfestingin hjá kommuni, sum hevur sum høvuðsendamál, at "børn og ung í kommununi skulu fáa eins góðar karmar og menningarmøguleikar til ítrótt, sum ungdómur aðrastaðni í Føroyum fær, og at tey sostatt kunnu kappast og mennast á jøvnum føti við onnur".
- Verkætlanin er samstundis ein liður í at menna og styrkja virksemið hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Í umsóknini verður víst á, at TB er ikki bara elsta fótbóltsfelag í Føroyum, men eitt av teimum elstu feløgunum í Norðanlondum. Kommunan metir tí, at betri karmar eru ein fortreyt fyri, at TB kann halda áfram at kappast, menna sítt virksemi og fremja neyðug átøk undir best møguligum umstøðum. Ein innandura høll við Stórá kann sostatt gerast eitt týðandi íkast til bæði lokalan og landsfevnandi fótbóltsmenning.
Uppskot til verkætlanina er teknað og ment av BRIM arkitektum í samráð við umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu, har dentur er lagdur á eina funktionella og samanhangandi loysn við verandi bygningum og hentleikum. Í skitsuuppskotinum er lagt upp til, at høllin verður knýtt saman við verandi bygningi, soleiðis at núverandi hentleikar sum umklæðing, uppihald og onnur høli kunnu verða partur av einari samlaðari loysn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald