Í fjør var Füchse Berlin í Champions League-finaluni. Har spældi Hákun West av Teigum ein frálíkan dyst við sjey málum.
Týska høvuðsstaðarfelagið tapti tó fyri Magdeburg, sum eisini sær út til at taka týska meistaraheiti frá Füchse í ár.
Füchse Berlin fer tó eftir Champions League-gullinum og eftir eitt gott bólkaspæl, er fyrra fjórðingsfinalan nú á skránni.
Hákun og teir vitja Veszprem í kvøld klokkan 17.45 føroyska tíð og skulu royna at fáa eitt gott útgangsstøði í Ungarn.
Dysturin sæst á Viaplay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald