Síðsta vikuskifti luttóku Sanna og Mia Thorkildshøj í stórari badmintonkapping í Finnlandi, har tær komu í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki.
- Tær taptu fjórðingsfinaluna 2-0, tó vóru tær sera væl við í dystinum, serliga í øðrum setti, sum tær tíverri taptu 22-20, skrivar Badmintonssamband Føroya
Hetta vikuskifti eru tvíburðarnir aftur til kapping fyri Føroyar. Hesa ferð er tað í Luksemborg saman við fýra øðrum.
Leikararnir eru:
Sanna Thorkildshøj
Mia Thorkildshøj
Miriam í Grótinum
Bjarnhild í Buð Justinussen
Asbjørn Heide Olsen
Rúni Øster
Sambært Badmintonsambandinum er kappingin í Luxembourg ein sokallað International series kapping, sum er eitt stig hægri enn "Future Series".
Føroyingarnir skulu spæla í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, og fleiri hava verið í eldinum í dag. Hetta í blandaðum tvímansleiki.
Miriam í Grótinum og Rúni Øster vunnu fyrsta dystin 2-0 móti einum pari frá Tahiti, men máttu so lúta fyri einum pari frá Malaysia 2-0.
![]()
Fleiri uppgávur eru seinni í dag. Rúni og Asbjørn skuldu eftir ætlan spæla tvímnsleik saman, men tað sluppu teir ikki vegna nakrar tilmeldingareglur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald