Annað

Tríggir føroyingar kappast í DM fyri ungdóm hetta vikuskiftið

Ungu borðtennisspælararnir eru Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa Schwartson Christiansen og Rasmus Teitsson í Skorini, øll úr borðtennisfelagnum Tór. Tey spæla í Ribe leygardagin og sunnudagin.

Elsa Kathrina gjørdist í apríl føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum. Hon luttekur í U19-kappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elsa Kathrina gjørdist í apríl føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum. Hon luttekur í U19-kappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-01 21:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú um vikuskiftið, 2. og 3. mai, fara tríggir føroyskir borðtennisleikarar at luttaka í DM fyri ungdóm, sum verður spælt í Ribe Fritidscenter í vesturjútska býnum Ribe.

Tey Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa Schwartson Christiansen og Rasmus Teitsson í Skorini, øll úr borðtennisfelagnum Tór.

[object Object]Hassada, Rasmus og Elsa Kathrina. Tey eru øll millum 32 tey fremstu í sínum aldursbólki í danska ríkinum

Hadassa og Rasmus luttaka í U15, meðan Elsa Kathrina, ið herfyri gjørdist føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum, luttekur í U19-kappingini.

Tað er ikki ein og hvør, ið sleppur at spæla danmarksmeistaraheitið í borðtennis. Tað eru nevniliga einans tey, sum eru ímillum 32 tey fremstu í sínum aldursbólki í Danmark 

Tey trý hava luttikið í fleiri donskum kappingum hetta kappingarárið, og hava úrslitini verið so góð, at tey við nóg nógvum stigum hava tryggjað sær atgongd til DM.

Borðtennissamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder